Enn ein Premier League venjari koyrdur til hús

Listin yvir sekkjaðar Premier League venjarar veksur

Ragnar Sjúrðarson
7. februar 2023 kl. 10:35

Scott Parker, Thomas Tuchel, Bruno Lage, Steven Gerrard, Ralph Hasenhüttl, Frank Lampard og nú Jesse Marsch. 

Tað er listin yvir Premier League venjarar, sum eru koyrdir til hús í hesum kappingarárinum. Tann seinasti, sum er lagdur afturat er amerikanski Jesse Marsch.

Á sínari heimasíðu kunngjørdi Leeds í gjár, at venjarin er sekkjaður.

Leeds hevur avrikað illa í seinastuni. Liðið hevur ikki vunnið ein Premier League dyst síðan 5. november 2022, og er liðið nú ájavnt Everton, sum er undir niðurflytingarstrikuni. Leeds hevur tó megnað at spælt seg í 1/8 finalurnar í Fa Cup.

49 ára gamli Marsch bleiv settur tann 28. februar 2022. Hann náddi ikki at sita í venjarastólinum í eitt ár. Hann hevði sáttmála til summarið 2025.