Meinhard spælir til dagligt við Mjøndalen, sum spæla í næstbestu deildini í Noregi. Hann hevur verið fastur maður á vinstra vongi á landsliðinum seinastu árini. Meinhard hevur higartil spælt 26 landsdystir, og hann hevur skorað 1 mál og lagt upp til fleiri mál.
Hetta skrivar Meinhard á sínum facebook vanga:
“Árið í fjør var sum heild gott. Persónliga hevði eg eitt fínt kappingarár og familjan trívdist.
Eg var vísur í, at í ár, fór tað at gangast enn betur, á og uttanfyri vøllin. Eg ynskti at taka næsta fetið í mínari yrkisleið.
Status er at eg eri blivin skurðviðgjørdur í tumlinum, havt 2 influensa, mist hópatals venjingar og siti nú við einum knæið, ið ikki kann spæla.
Krossbandið er slitið og eg má undir skurð.
Ja, satt at siga er 2023 alt annað enn tað eg ímyndaði mær. Tað hevur gingið heilt av skriðuni.
Nú bíðar ein strævin, men eisini mennandi tíð við nógvari og drúgvari uppvenjing. Samtundis veit eg at hesin skaðin gevur mær stundir til at raðfesta onnur fólk og ymisk viðurskifti. Nakað, ið eg í langa tíð havi havt tørv á.”