Tað er ongin loyna, at tað er ógvuliga krevjandi at vera yrkisleikari í ítrótti. Hetta vísir seg eisini at vera ein sannroynd á danska hondbóltslandsliðnum.
Nú hevur høgri bakkurin á danska hondbóltslandsliðnum hjá monnum, Mathias Gidsel, eisini sagt frá. Eftir endaspælið í Egyptalandi í 2021, gjørdist Mathias Gidsel sera ávirkaður mentalt. Tað, at hansara liðfelagi Mikkel Hansen, lat seg sjúkramelda, gav honum síðsta “skumpi” sum skuldi til.
“Tað er ómøguligt at ikki lata seg ávirka, tá ein góður vinur – óansæð um tað er ein hondbóltsleikari ella ein starvsfelagi úti á arbeiðsmarknaðinum – fer niður við høvdinum í strongd” sigur Mathias Gidsel við Berlingske Tidende.
Víðari sigur Mathias Gidsel, at “tað er sjón fyri søgn, at tað er ikki lætt at koma heim frá einum endaspælið. Tað haldi eg, at allir leikarar á landsliðnum, eru tilvitaðir um. Tað er ikki lætt, at koma aftur til gerandisdagin, umframt at geva seg sjálvan 100% hvønn dag”
Um sálarligu árinini sigur Gidsel, at tað hoyrir ikki einans ítróttarheiminum til. Hann sigur eisini, at tað var ikki bara pressið á hondbóltsvøllinum, ið gjørdist hansara niðurtúrur.
Um strongd sigur Gidsel, at “Tað er tíverri ein vaksandi normalitetur í samfelagnum. Sjálvandi avspeglar tað seg eisini í hondbóltsheiminum. Eg havi eisini sjálvur havt tíðarskeið í mínum lívi, har eg havi verið noyddur at tikið stikkaran úr. Eg veit, hvussu torført tað kann vera. Eitt er, at hava tað torført, men eitt annað er, at tú skalt gjøgnum eitt fjølmiðlasirkus, ið hevur fokus á tí, sum er akkurát tað, ið ein hevur minsta tørv á. Ein vil jú bara vera tann, ein er.”
Til alla lukku megnaði Gidsel koma fyri seg aftur. Hann sigur seg hava klárað seg væl betri aftaná HM sigurin í Svøríki, enn tá hann fyri fyrstuferð fekk HM gull-heiðursmerkið um hálsin í 2021. Tískil er hann stuðlandi og skiljandi fyri tí støðu, ið Mikkel Hansen nú er komin í.
Til síðst staðfestir Gidsel, at “øll eru skiljandi fyri støðuna hjá Mikkel. Øll halda, at tað hevur rós uppiborið, tá hann sigur frá, at hann hevur tørv á at taka sær av síni sálarheilsu. Okkum tørvar eisini fólk, ið tora at siga frá, tí tað er ein stórur trupulleiki. Tað er eitt stórt og sterkt signal, at ein sum Mikkel fer út og sigur, at hann hevur tørv á at fara burturfrá ítróttinum, fyri at vera saman við familju síni."