Enn ein løgreglumaður hevur nú fingið dóm í sambandi við drápsmálið hjá George Floyd.
Thomas Lane, ið var ein av løgreglumonnunum, ið tók lut í handtøkuni av George Floyd í 2020, hevur fingið tvey og eitt hálvt ára fongsulsrevsing fyri at hava víst líkasælu í sambandi við heilsustøðuna hjá George Floyd undir handtøkuni.
George Floyd, ein myrkur maður, varð myrdur undir einari handtøku í Minneapolis í mars í 2020, og dráp hansara elvdu til mótmæli kring allan vesturheimin umframt ófrið í fleiri amerikanskum býum.
Derek Chauvin varð í 2021 dømdur 21 ára fongulsrevsing fyri at hava myrt George Floyd við at hava trýst knæið á hálsin hjá Floyd í næstan níggju minuttir, meðan Floyd varð handtikin, sum endaði við, at Floyd doyði.
Lane, sum var til staðar við Chauvin Tou Thao og J. Alexander Kueng, hevur nú eisini fingið dóm fyri ikki at hava tikið heilsustøðuna hjá Floyd í álvara
Lane játtaði seg fyrr í ár sekan í aðrari ákæru um at vera hjálpari í manndrápi, og fyri hetta fekk hann eina fongsulsrevsing í trý ár. Báðir dómarnir skulu avsonast samstundis.
Hinir báðir, Thao og Kueng, eru skuldsettir fyri at hava verið hjálparar í morði og drápi.