Enn ein dagstovnur letur aftur í Havn

Rusk verður ikki tikið vegna verkfall, og tí letur Dagstovnurin í Øksnagerði aftur

Fríðmundur Nattestad
3. juni 2024 kl. 15:15

Týsdagin 4. juni letur Dagstovnurin í Øksnagerði aftur vegna verkfall.

Rusk verður ikki tikið vegna verkfall, og tí letur Dagstovnurin í Øksnagerði aftur.

Hetta boðar Tórshavnar kommuna frá í dag.

- Foreldur og verjar, ið hava børn á stovnum, ið lata aftur vegna verkfall, fáa boð gjøgnum Foreldragluggan í dag, skrivar kommunan á torshavn.fo.