Enn er ov tíðliga at siga, hvussu tað ávirkar teir føroyingar, sum arbeiða uttanlands, at teir nú skulu rinda meiri í skatti. Tað sigur Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum.
Beint fyri jól í fjør varð ein skattaumskipan samtykt á Løgtingi.
– Henda umskipan rakti tey, ið arbeiða uttanlands og fiskimenn við útlendskum skipum, sigur Grímur Sundstein, sum í hesum døgum hevur sæti á Løgtingi sum varamaður fyri Fólkaflokkin.
Hann sigur, at avleiðingin varð, at frádráttir, teir hava havt, lækkaðu, ella vórðu strikaðir.
– Ávarað varð móti, at skattaumskipanin kundi hava ta avleiðing, at tey, ið blivu rakt, antin fluttu av landinum ella fóru undir aðrar skipanir, ið ikki vórðu raktar, sigur hann.
– Hendir tað, missir landskassin inntøkur, og tað, ið var ætlað sum ein meirinntøka, verður ístaðin ein mist inntøkukelda, leggur hann afturat.
Tí hevur hann biðið landsstýriskvinnuna greiða frá, ahvussu hetta hevur ávirkað føroyingar, sum arbeiða uttanlands, ella sigla við útlendskum skipum.
Hon sigur, at endamálið við skattaumskipanin, sum varð samtykt í fjør, var at lækka skattin - og at strika teir skattligar fyrimunir tey, sum arbeiða uttanlands, hava framum tey, sum arbeiða í Føroyum.
Tá ið landið, í størri mun, javnsetur alla arbeiðsfjøldina, minkar tað um skeiklingina í skattaskipanini og eggjar til, at føroyska arbeiðsmegin verður betur gagnnýtt, sigur landsstýriskvinnan.
Hon sigur, at skatturin er lækkaður í ár og hann lækkar aftur næsta ár. Men broytingarnar fyri føroyingar, sum arbeiða á sjónum, ella uttanlands, henda fram til 2026.
Fíggjarmálaráðið gjørdi nakrar greiningar, sum vístu hvussu ymsu bólkarnir fóru at verða ávirkaðir. Men hon sigur, at, tað verður ikki fyrr enn um nøkur ár, at vit síggja avleiðingar av broytingum. Orsøkin til tað, er, at flestu avleiðingarnar síggjast so hvørt, fólk leggja lívið til rættis og taka støðu til starv, arbeiðstíð, útbúgving og so framvegis.
– Tí er tað ov tíðliga til at gera ítøkiligar metingar um hvørja ávirkan skattaumskipanin hevur havt, bæði fyri virksemi í Føroyum og uttanlands, sigur Ruth Vang.