Klokkan 20 í kvøld fer England í europeiska eldin. Mótstøðuliðið hjá Englandi í Gelsenkirchen verður Serbia.
Í endaspølum – um tað hevur verið HM ella EM – so hevur tað hjá Englandi oftast snúð seg um vónbrot. Tað eru 58 ár síðani, at England vann HM fyri fyrstu og einastu ferð. Tað var á heimavølli, og í Onglandi hyggja tey 58 ár aftur fyri at finna gullkrónur.
Millum vónbrotini hjá Englandi eru EM kappingin, sum í 1996 var á heimavølli og aftur EM kappingin, sum fyri trimum árum síðani eisini var í englandi. Í 1996 var England í hálvfinaluni. Hon var ímóti Týsklandi. Eftir longda leiktíð var tað framvegis málleyst, og so tapti heimaliðið brotssparkskappingina. Týskarar umsettu øll brotsspørkini til mál, og einasti heimamaðurin, sum misnýtti brotsspark var miðverjin Gareth Southethe, sum síðani 2016 hevur verið landsliðsvenjari.
Fyri trimum árum síðani vann England seg í finaluna. Tá var tað øgiliga stórt vónbrot fyri heimaliðið at tapa fyri Italia, sum vann eftir brotssparkskapping. Eftir longda leiktíð var 1-1, og so vann Italia brotssparkskappingina 3-2.
Hóast øll vónbrotini so halda bæði eingilskmenn og onnur, at landliðið telist millum tey bestu, og at møguleiki er fyri, at tað nú fer at eydnast Englandi at vinna EM.
Í kvøld klokkan 20 er mótstøðuliðið Serbia. Tað eru 24 ár síðani, at Serbia var við í EM endaspæli. Gamli stórspælarin Dragan Stojkovic er nú venjari, og tá ið nógvir av spælarunum umboða feløg í stóru kappingunum í Europa, so verður mett, at tað er møguleiki fyri, at Serbia hevur møguleika at standa seg væl í hesi EM kappingini.