Endurgjaldsstigin fyri endurgjald av mvg á hitapumpuskipanum broytist 1. januar 2025
Endurgjald verður bert latið av mvg fyri íløgur í nýstovnaða hitapumpuskipan
Umhvørvisstovan
17. oktober 2024 kl. 15:13
Kunnað verður um, at endurgjaldsstigin broytist. Frá 1. januar 2025 verður 75% av meirvirðisgjaldinum endurgoldið, tá íløga verður gjørd í hitapumpuskipan.
Havast skal í huga at:
Fyri at koma undir endurgjaldsstigið eitt ávíst ár, skal arbeiðið verða gjørt og goldið tað árið.
Verður arbeiðið gjørt yvir eitt ársskifti, er tað seinna endurgjaldstigið, ið verður galdandi.
Endurgjald verður bert latið av mvg fyri íløgur í nýstovnaða hitapumpuskipan. Nýstovnað hitapumpuskipan merkir, at hitapumpuskipan ikki er í húsinum frammanundan.