Ongi úrslit

Endiliga fekk Skála hol á

Tað er framvegis stórur spenningur í báðum endum av stigatalvuni í Betri-deildini, tí í oddanum kláraði HB at halda frástøðuna og í botninum fekk Skála sín fyrsta sigur í hesum kappingarárinum

Sveinur Tróndarson
19. oktober 2020 kl. 00:05

So brast fyri nev á Skála.

Tað skuldu ganga 24 umfør, áðrenn tað eydnaðist, men sum støðan nú var blivin í Betri-deildini, so var tað nú ella slett ikki hjá Skála.

Heimaliðið tók ímóti AB, ið eins og Skála ongan dyst hevur vunnið í ár, men kortini hevur AB fingið væl meira burtur úr sínum 14 málum enn Skála hevur fingið burtur úr sínum 16, sum liðini høvdu skorað undan hesum umfarinum. AB hevði sjey javnleikir á talvuni og tí sjey stig, Skála hevði bara tríggjar javnleikir og trý stig.

Við bara trimum umførum eftir at spæla eftir hetta, var greitt fyri øll, at Skála skuldi vinna dystin móti AB, um liðnum skuldi vera lív lagað í Betri-deildini í ár.

Vann AB, so var munurin sjey stig, og við bara níggju stigum at spæla um, máttu sjálvt teir allar bjartskygdastu skálafjeppararnir viðganga, at tá hevði sæð svart út.

Men nú dysturin er liðugur kunnu vit staðfesta, at Skála vann dystin, sín fyrsta dyst í ár, við tveimum málum móti ongum. Kristian Martin Jakobsen legði Skála á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki, og AB hjálpti skálamonnum upp á 2-0, tá argjamenn gjørdu sjálvmál stutt inn í seinna hálvleik.

Úrslitið hevur við sær, at Skála nú bara er eitt stig aftanfyri AB í stigatalvuni, og hóast mótbrekkan fram móti kappingarenda framvegis er ómetaliga, ja kanska ómenniskjansliga, tung, so hómar Skála nú bjargingina í deildini.

Um tað fer at eydnast, kann bara tíðin vísa. Skráin hjá Skála næstu umførini er, at B36 kemur á vitjan í næsta umfari, og so hevur liðið tveir útidystir eftir. Tann fyrri er ímóti EB/Streymi og tann seinasti dysturin í ár er ímóti TB.

AB hevur fýra dystir eftir. HB kemur á vitjan í næsta umfari, so skal AB til Fuglafjarðar áðrenn teir so skulu eitt legg til Klaksvíkar at spæla ein útsettan dyst, og so endar kappingarárið á heimavølli ímóti EB/Streymi.

Úrslit í 24. umfari:

HB-Víkingur 4-0 (3-0)
03.: 1-0 Hørður Askham
10.: 2-0 Adrian Justinussen
22.: 3-0 Mikkel Dahl
60.: 4-0 Hilmar Leon Jakobsen

ÍF-NSÍ 2-3 (1-0)
37.: 1-0 Andy Olsen, br.
57.: 1-1 Petur Knudsen
61.: 1-2 Mórits Heini Mortensen
71.: 1-3 Petur Knudsen
80.: 2-3 Andy Olsen, br.

Skála-AB 2-0 (1-0)
1-0 Kristian Martin Jakobsen
2-0 Mikkjal T. Hentze, sjálvmál

KÍ-EB/Streymur 2-1 (1-0)
18.: 1-0 Jóannes Danielsen
72.: 2-0 Heini Vatnsdal
86.: 2-1 Arnbjørn Hansen

B36-TB 2-0 (1-0)
14.: 1-0 Sebastian Pingel
69.: 2-0 Árni Frederiksberg

Mest lisið hesa vikuna

Svikarar hava tømt kontuna hjá minst einum føroyingi

27. sepember kl. 13:41

Tá sporlið stýrir høvdinum

27. sepember kl. 22:21

Fýra fólk skuldsett fyri innbrot - upplýst er tey stjólu einar 160.000 krónur

26. sepember kl. 09:48

Løgtingsmaður vil hava at vita hví danskir hermenn hava føroyskt flagg á búnanum

24. sepember kl. 11:51

Hanus hugsar framvegis um sjúku systrina

26. sepember kl. 15:07

Frá veteranum til nýggjar kreftir: Fimm starvsfólk seta dám á Formula

28. sepember kl. 11:31