Endiliga eydnaðist tað hjá City

Fyri fyrstu ferð hevur Manchester City vunnið Champions League finaluna, og finalusigurin í kvøld setti krúnuna á verkið hjá Pep Guardiola og hansara monnum

Jóannes Hansen
10. juni 2023 kl. 22:29

Manchester City hevur í kvøld vunnið Champions League steypið fyri fyrstu ferð. Tá ið dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð var tað øgiligur rómur í ljósabláu leguni, og tað var ikki uttan orsøk. Manchester City hevur í nógv ár stríðst fyri at vinna størstu kappingina av øllum, uttan at tað er eydnast.

Fyri stuttum vann Manchester City meistaraheitið og FA Cup finaluna, og í kvøld eydnaðist tað at vinna triðja steypið. Tað er bara einaferð áður komið fyri, at eitt og sama felag hevur vunnið meistaraheiti, steypakapping og Champions League. Tað var í 1999, tá ið Manchester United megnaði tað, sum Manchester Citu í kvøld megnaði.

Úrslitið ímóti Inter var 1-0. Málskjútti í 68. minutti var Rodri, sum av brotsteigarmarkinum sendi bóltin í málið.

Talan var um tætta uppgerð. Inter hevði fleiri møguleikar at skora, men tað eydnaðist ikki ímóti Manchester City, sum týðuliga var darvað av nervum, tí dysturin hevði so øgiliga stóran týdning.

Pep Guardiola hevur nú sum venjari vunnið størstu finaluna tríggjar ferðir.

Sum tíðin leið spenti Inter álopsbogan alt meir, og tveir minuttir undan leikloki var tað um reppið, at tað eydnaðist at javna, tá ið Lukaku royndi seg úr góðari støðu, men Ederson í málinum bjargaði framúr væl.