Í álitinum skriva londini m.a., at "landa-sjálvræðisrætturin" hjá Ukraina skal virðast í eini endaligari friðarsemju millum Russland og Ukraina.
Eisini verður borðið fram, at "samrøða millum allar partar" er neyðug fyri at røkka eini endaligari semju.
Krígsfangar skulu latast leysir og skiftast millum ávikavist Ukraina og Russland, stendur víðari í álitinum, og at øll ukrainsk børn, sum ólógliga eru koyrd í útlegd til Russlands orsakað kríggið, skulu førast heim aftur.
Ársins friðarráðstevna Summit on Peace in Ukraine hevur verið í døgunum 15. og 16. juni í Sveis, har lond úr Evropa, Afrika, Asia, Suðuramerika og Norðuramerika hava luttikið umframt Evropasamveldið.