Nógv fólk hava verið og lurta
Endaliga avgreitt: Verkfallið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum er munandi skert
Fleiri sjúkrarøktarfrøðingar fara nú aftur til arbeiðis
Áki Bertholdsen
2. november 2023 kl. 20:17
Løgtingið hevur beint nú endaliga avgreitt málið um at skerja verkfallið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum.
Høvuðstátturin í tí, sum Løgtingið hevur samtykt, er, at nú fær leiðslan í sjúkrahúsverkinum heimild at gera av, hvørjir sjúkrarøktarfrøðingar skulu vera til arbeiðis fyri at tryggja, at lív og heilsa ikki verður sett í váða.Tað eru 26 tinglimir á fundi og tað vóru 19 atkvøður fyri og sjey ímóti.Tey, sum atkvøddu fyri, eru øll í samgonguni og nøkur í Sambandsflokkinum. Tey, sum akvøddu ímóti, eru Fólkaflokkurin, Miðflokkurin og Kaj Leo Holm Johannesen úr Sambandsflokkinum.
Hetta merkir, at nú skulu fleiri av teimum sjúkrarøktarfrøðingunum, sum hava verið í verkfalli, aftur til arbeiðis.