Endaði galið undir eini yvirháling

Bilurin fekk stóran skaða, men bilførarin slapp

Áki Bertholdsen
6. september 2024 kl. 07:50

Í gjár varð ringt til løgregluna at boða frá einum ferðsluóhappi á Vatnavegnum í Vágum. Tað er vegurin fram við Sørvágsvatni. Har hevði ein bilur yvirhálað ein annan, men tá ið hann skuldi snara inn aftur á sína egnu vegbreyt, endaði galið.

Har stóð ein gravkúgv í síni høgru síðu á vegnum og onkusvegna koyrdi bilførarin, sum yvirhálaði, beint upp í reyvina á gravkúnni.

Løgreglan sigur, at bilurin fekk so stóran skaða, at pláturnar vórðu tiknar á staðnum. Førarin, sum var einsamallur í bilinum, segði seg ikki hava fingið skaða, men av trygdarávum varð hann kortini sendur á Landssjúkrahúsið til kanningar.