Eminem verður høvuðsnavn á Roskilde

Mikudagin 4. juli fer Eminem at spæla sína fyrstu konsert í Danmark nakrantíð. Fyrsta danska konsertin hjá heimskenda...

Alda Nielsdóttir
29. januar 2018 kl. 10:05

Mikudagin 4. juli fer Eminem at spæla sína fyrstu konsert í Danmark nakrantíð.

Fyrsta danska konsertin hjá heimskenda rapparinum verður á Orange scene á Roskilde festivalinum í ár, tað skriva fólkini handan stóra festivalin í tíðindaskrivi.

45 ára gamli rapparin hevur selt yvir 172 milliónir plátur, og er harvið ein av mest umtóktu tónleikarum í heiminum.

Eminem hevur verið aktivur síðan 1999, og í desember í fjør gav hann út sína 9. plátu "Revival".

Sambært DR hevur Eminem verið tað navnið, ið flest fólk hava ynskt at sæð á Roskilde festivalinum. Fólkini handan Roskilde festivalin hava roynt at fingið Eminem við á skránna síðan ár 2000, og tey eru sera fegin um, at tað endiliga er eydnast teimum at fáa hann til Danmarkar í 2018.

Onnur nøvn, ið eru kunngjørd at spæla á ársins Roskilde festivali eru m.o. Gorillaz, Bruno Mars og Nephew. Í ár verður festivalurin frá  30. juni til 7. juli.