Pílarnir peikaðu hvør sín vegin undan fyrsta dystinum í 19. umfari í bestu fótbóltsdeildini. 07 Vestur hevði tapt tríggjar ferðir á rað, og NSÍ hevði vunnið tríggjar ferðir á rað.
Ein av NSÍ sigrunum síðstu vikurnar var 5. juli, tá ið 07 Vestur fór úr Runavík við 4-0 tapi. 13. mai gekk tað lítið frægari hjá 07 Vestur í Runavík. Ta ferðina vann NSÍ 4-1.
Í kvøld var tað 07 Vestur, sum gjørdi bart. 07 Vestur vann 3-0 á Dungasandi ímóti NSÍ, og í longum løtum var leikliga avrikið hjá heimaliðnum væl meiri sannførandi, enn tað var hjá NSÍ, sum hevði stórar trupulleikar á miðvøllinum. Soleiðis var tað eisini síðsta vikuskifti, tá ið NSÍ vann 3-0 á heimavølli ímóti Skála, sum í longum løtum var leikliga omaná.
Tá ið tað ríður um snarið, plagar tað at vera Petur Knudsen, sum ornar paragraffirnar fyri NSÍ. Soleiðis var tað eisini ímóti Skála, tá ið hann skoraði tvey mál og legði upp til eitt mál.
Í kvøld var tað øðrvísi. Petur Knudsen var onkra ferðina í støðum, sum hann plagar at fáa mál burturúr, men tað eydnaðist ikki hjá honum í kvøld. Tað komst eisini av, at heimamenninir høvdu serliga vakið eyga við NSÍ toppskjúttanum.
Í 07 Vestur miðverjuni vóru Sonni Ragnar Nattestad og Jónas Prior, sum av álvara hevur vunnið pláss millum teir fyrstu ellivu. Tað riggaði væl hjá teimum frammanfyri Sebastian John, sum er góður málverji hjá vágamonnum, og bæði í verjuspælinum og framrættaða partinum vóru vongverjarnir eyðsýndir. Filip Brattbakk, sum átti uppleggið til 3-0 málið, var vongverji í vinstru, og í høgru var tað Kevin Egell-Johnsen. Norski vongverjin var vøddaskaddur tað mesta av fyrru hálvu. Síðani 30. juni hevur hann verið aftur at sæð, og nú er hann longu stuðulsspælari, sum í kvøld hevði serligt vakið eygað við NSÍ toppskjúttanum.
Emil G. Pedersen skoraði í kvøld hattrikk. Norski álopsspælarin er nú toppskjútti í Vágum við átta málum. Danski Mikkel Elbæk Jakobsen, sum í 2021 var fastur maður í NSÍ, er í summar lagstur aftrat hjá 07 Vestur, og hann átti í kvøld stóran leiklut á miðvøllinum.
Serliga hugaligt hjá 07 Vestur var tað, at tað vóru seks vágamenn millum teir fyrstu ellivu, og at tríggir vágamenn vórðu skiftir inn í seinna hálvleiki.
Næsti dystur hjá 07 Vestur verður annan leygardag á heimavølli ímóti B68.
Næsti dystur hjá NSÍ verður annað mánakvøld á heimavølli ímóti HB.
07 Vestur – NSÍ 3-0 (1-0)
1-0: Emil Grønn Pedersen 43.
2-0: Emil Grønn Pedersen 58.
3-0: Emil Grønn Pedersen 90.+4.
Dómari: Eiler Rasmussen
07 Vestur: Sebastian Linnet John – Kevin Egell-Johnsen, Jónas Prior, Sonni Ragnar Nattestad, Filip Brattbakk – Janus Svabo Samuelsen, Mikkel Elbæk Jakobsen, Teitur Olsen – Jón í Horni Nielsen, Oddur í Haraldstovu Petersen, Emil Grønn Pedersen
NSÍ: Kristian Joensen – Pætur Hentze, Mirza Mujcic, James Michael Drye, Lars Agardius, – Mórits Heini Mortensen, Yassine El Quatki, Steffan A. Løkin – Janser Van Der Heyden, Klæmint A. Olsen, Petur Knudsen
Víkingur | 18 | 17 | 0 | 1 | 55 | 8 | 51 | |
HB | 18 | 15 | 0 | 3 | 40 | 13 | 45 | |
KÍ | 18 | 14 | 0 | 4 | 38 | 17 | 42 | |
NSÍ | 19 | 11 | 1 | 7 | 43 | 25 | 34 | |
B36 | 18 | 7 | 5 | 6 | 38 | 31 | 26 | |
07 Vestur | 19 | 7 | 3 | 9 | 25 | 40 | 24 | |
B68 | 18 | 3 | 5 | 10 | 13 | 32 | 14 | |
Skála | 18 | 4 | 2 | 12 | 18 | 39 | 14 | |
EB/Streymur | 18 | 3 | 1 | 14 | 15 | 39 | 10 | |
ÍF | 18 | 0 | 3 | 15 | 15 | 56 | 3 |
Sunnudagin 18. august
ÍF – B36: Jákup Øssursson Mohr kl. 15.00
EB/Streymur – Skála: Kári J. á Høvdanum kl. 15.00
HB – B68: Dagfinn Forná kl. 17.00
Víkingur – KÍ: Heini Ziskason Viðoy – er fluttur til mikudagin 25. september