Emil hevur skrivað undir við Margáir

20 ára gamli miðvallarin flytur úr B36 og til EB/Streym

Jóannes Hansen
8. mars 2024 kl. 22:15

Tað verður framvegis keypt og selt í feløgunum, sum um vikuskiftið fara undir fyrsta umfar í landskappingini í fótbólti.

Í EB/Streymi hava Sigfríður S. Clementsen venjari og hinir ábyrgdarpersónarnir ikki dult, at teir hava arbeitt við at styrkja um liðið, og at teir hava vónað at onkrir spælarar fóru at leggjast aftrat. Teir hava tosað um, at tað kanska fór at bera til at fáa onkrar spælarar úr stóru feløgunum at flyta niður til EB/Streym, nú tað eru nógvir um boðið at manna favorittliðini.

Í kvøld boðar EB/Streymur frá, at felagið hevur skrivað undir sáttmála við Emil Weihe Joensen. 20 ára gamli miðvallarin hevur spælt 66 dystir í bestu landskappingini og seks dystir í UEFS Conference League. Hann hevur umboðað Føroyar á bæði U17 og U19 landsliðunum.

Í fjør var hann á besta B36 liðnum í 20 dystum – 16 ferðir varð hann skiftur inn og tríggjar ferðir varð hann skiftur út.

Barndómsfelagið hjá Emil Weihe Joensen er B36. Í 2021 royndi hann seg í ÍF, og í 2022 var hann á liðnum hjá Skála.

Sunnukvøldið fer EB/Streymur at spæla landskappingardyst undir Mýruhjalla á Skála.