Mynd: IF Karlstad
Emil fer til hús
Svenski miðvallarin hjá HB fer nú at spæla í triðjubestu deildini í Svøríki
Jóannes Hansen
1. januar 2024 kl. 20:44
Í 2023 var Emil Berger fastur maður á HB miðvøllinum. Hann var við í 26 landskappingardystum og skoraði eitt mál, hann var við í tveimum europeiskum dystum, og í kappingini um løgmanssteypið var hann við í fimm dystum og endaði við at vinna steypafinaluna ímóti B68. Eftir longda leiktíð var tað framvegis málleyst, og so vann HB brotssparkskappingina 5-3.
Síðsta vár flutti Emil Berger úr Leiknir í Íslandi og til HB, og í næstu viku fer 32 ára gamli miðvallarin at tørna til í IF Karlstad í Svøríki. Talan er um tvey ára sáttmála. Emil Berger umboðaði eisini IK Karlstad á heysti í 2010.