Tað var heilt nógv testosteron í luftini yvir London í samband við EM-finaluna í gjárkvøldið. Undan finaluni sóust eisini ótespiliga myndir á sosialum miðlum, har áskoðarar uttan atgongumerki royndu at bróta seg inn á Wembley, og tað komu eisini heilt nógvir áskoðarar inn, ið ikki høvdu atgongumerki til finaluna, tí millum annað barnaøkið á Wembley fyltist upp við vaksnum fólki og av tí sama kendu barnafamiljur seg ótrygg við støðuna.
Og tað hevur heldur ikki spælt væl av eftir dystin, tí fleiri vóru vónsvikin og dugdu sær ikki hógv, og vóru óhølvað ímóti løgregluni.
Metropolitan Police hevur skrivað á Twitter í nátt, at tey hava handtikið 49 fólk fyri ymisk misbrot í samband við dystin á Wembley. Løgreglan sigur eisini, at 19 løgreglufólk eru komin til skaða eftir samanbrestir millum løgreglufólk og ríggin viðhaldsfólk.
FA fordømir rasuhatur
Enska fótbóltssambandið, FA, fordømir í morgun rasistiskar útsagnir á netinum móti trimum enskum spælarum vegna taptu brotssparkskappingina í EM-finaluni.
Her brendu Marcus Rashford, Jadon Sancho og Bukayo Saka síni brotsspørk, og tað hevur ført til hatskar viðmerkingar um teir og teirra húðarlit.
– Vit kunnu ikki siga tað meira týðiligt. Øll, ið standa aftanfyri tílíkan andstyggiligan atburð, eru ikki vælkomin at fylgja liðnum. Vit fara at gera alt fyri at stuðla teir umtalaðu leikararnar.
Enska fótbóltssambandið hevur eisini almannakunngjørt eina útsøgn á Twitter, har frástøða verður tikin móti rasistiskum viðmerkingum móti ensku spælarunum.
Bretska løgreglan upplýsir eisini, at tey kanna ymiskar dagføringar á sosialum miðlum.