Embætismannaveldið og skattaumskipanin (1 partur)

Teir spara til einkjuna, so neyðstødd hon er Men sína makt at lívga, tá einki óført er

Magni Skaale Formaður Antares
3 tímar síðan

Í Tingakrossi 19 mai 1915 var ein vísa, nevnd “Falkaríman”, hendan var um embætismannaveldið, og hvussu embætisfólkini kundu hóreiggja sær sum teimum lystir. Seinasta ørindi ljóðar:

 

Seks túsund at spandera fyri embætismannavald

Tað líkist skili í Føroyum, sum fyrr er frá sagt

Teir spara til einkjuna, so neyðstødd hon er

Men sína makt at lívga, tá einki óført er

 

Sambært Ruth Vang, so “fattes riget penger”, og hyggjuráðini frá umsitingini eru at fara eftir pengunum frá einum ávísum samfelagsbólki.

Ruth er væl stuðlað av ma Vinnuhúsinum, sum blívur við at júka upp í saman, at her er bara at koma heim. Ovmikið av vælløntum størvum, og Vinnuhúsið sigur eisini, at tey eru avgjørt kappingarfør í løn. Men passar tað?

Landið lá lamið í vikuvís fyrr í ár, tí Vinnuhúsið ikki vildi lata eina løn, sum so dánt ber til at liva av, um húsini eru útgoldin – so kappingarfør løn? Nei.

Tá avleiðingarnar av fíggjarkreppuni merktust av álvara, fóru føroyingar í hópatalið av landinum at arbeiða. Aðrir møguleikar vóru ikki. Síðani tá er vend komin í her heima, og fólk koma aftur at arbeiða. Ikki líka brádliga, sum tá tey vóru noydd at finna sær vinnumøguleikar aðrastaðni, men spakuliga, so hvørt sum størvini, sum hóska til teirra útbúgvingar og royndir, eru at fáa her heima. Vit hava longu sæð hógvarnar á Vinnuhúsinum stinga undan, og vit kunnu tí rokna við, at tá vinnuhúsið hevur stórt yvirskot av fólki, so fer lønin ikki upp í bræði. Lønin her heima er so fræg, sum hon er, tí at føroysku fyritøkurnar mugu strekkja seg útum lønarkarmin fyri at fáa fólk. Sáttmálalønin er ikki at liva av

Niðanfyri, sæst hvussu brádliga fólk máttu fara av landinum at finna sær arbeiði, og hvussu tey koma heimaftur, tá nøktandi vinnumøguleikar eru at fáa her heima, so skipanin vit hava, er sjálvregulerandi. Vinnuhúsið fær síni fólk, tá størvini eru tøk.

 

2. partur kann lesast her