Tað er ikki bara tann vælumtókti sosiali miðilin TikTok, sum sambært Center for Cybersikkerhed (CFCS) er ein trygdarvandi.
Eisini sosiali miðilin Snapchat, Dropbox, har til ber at deila fílar, og rørsluappin Strava verða mett at vera ivingarsamar.
Tað sæst at lesa í “Håndbog i sikkerhed for mobile enheder”, sum P1-sendingin á DR “Kulturen på P1” hevur fingið innlit í.
Handbókin var eisini grundarlagið fyri, at TikTok varð frámælt á telefonum og teldlum hjá almennum starvsfólkum.
Handbókin vendir sær til ráðharrar, aðalstjórar, serligar ráðgevar og útvald starvsfólk í ráðharradeildunum í Danmark.
Í handbókini verða nakrar appir gjøgnumgingnar, sum mettar vera at vera tryggar at hava á sínari tænastutelefon. Men so eisini appir, ið CFCS ikki mælir til at hava á tænastutelefonum, teldlum hjá almennum starvsfólkum.
Millum tær tryggu appirnar kunnu nevnast Facebook, Instagram og Google Maps, meðan tær ótryggu eru appir sum TikTok, Snapchat og rørsluappin Strava.