Ongi úrslit

EM: Nú verður tað

Ongland hevur nógv at prógva í kvøld, tí mæta fótbótbóltstjóðin hevur ongantíð megnað at vunnið EM. Tað eru 53 ár, síðani Italia gjørdist evropameistari, so spenningurin er sera stórur áðrenn finaluna.

Katrin Erlendsdóttir
11. juli 2021 kl. 09:14

'It's coming home' ella 'going to Rome' skriva útlendskir miðlar áðrenn stóra finaludystin millum Ongland og Italia klokkan átta í kvøld.

Ongland hevur heimavøll og verður tí av summum roknað sum ein lítil favorittur at vinna evropameistaraheitið. Teir hava eisini verið vælsignaðir við óvanliga nógvum heimadystum hesferð, og tað í sær sjálvum verður eisini roknað sum ein fyrimunur, ið kann koma at vísa seg í finaluni. Í dystinum móti Danmark høvdu leikararnir hjá Onglandi meira orku enn danir, og teir hava heldur ikki verið so darvaðir av skaðum.

Fleiri skaðar hava verið í italska hópinum, og júst tað, meta eygleiðarar, kann koma at kosta italiumonnum. Hinvegin verður Italia roknað at hava eitt betri lið enn Ongland skilt á tann hátt, at har eru fleiri sterkir leikarar, ið spæla javnt gott og væl saman, meðan leikarar sum Raheem Sterling og Harry Kane eru avgerandi leikarar á enska liðnum. Semja tykist vera um, at uttan teir, hevði Ongland ikki verið í finaluni.

Føroyingar fylgja dagliga við tí, sum fer fram í ensku fótbóltsfeløgunum, men hesin ovurhonds stóri áhugin kemst neyvan av úrslitunum hjá enska landsliðnum. Ongantíð hevur Ongland megnað at vunnið eitt evropameistaraheiti, og heimsmeistarar hava teir ikki verið síðani 1966. Nú kann tað so vera, at 'It's coming home' hjá ensku fjepparunum verður veruleiki, og at teir sleppa at varðveita steypið í Onglandi. ITað verður tó neyvan bara lætt, tí Italia hevur veruliga gjørt um seg hesa EM-kappingina við einum óvanliga væl samansjóvaðum hópi, sum uttan iva fer at berjast um sítt fyrsta EM-heiti í fótbólti í 53 ár.

Kringvarp Føroya vísir dystin, sum eisini sæst á fleiri útlendskum rásum.

Mest lisið hesa vikuna

Hetta skulu suðuroyingar aldrin uppliva aftur

13. sepember kl. 15:42

Ávaring frá løgregluni: Fuglfirðingar skulu lata vindeyga og hurðar aftur

12. sepember kl. 18:10

Charlie Kirk er skotin

10. sepember kl. 21:00

Marta Ellefsen og floksfelagar sleppa ikki úr hotellinum

11. sepember kl. 21:55

Nú er at skunda sær at hamstra!

10. sepember kl. 20:20

Elsa Berg, borgarstjóri, sett skák mát av umsitingini

Í gjár kl. 09:44