EM í Norðurlondum í 2025

Síðstu fýra árini hava norðurlendsku fótbóltssambondini arbeitt miðvíst við ætlanini at hýsa einum endaspælið, og nú eru londini til reiðar at bjóða seg fram sum vertir fyri EM-endaspælinum fyri kvinnur í 2025. Hóast ikki nakar dystur verður leiktur í Føroyum, so kunnu vit bjóða okkum fram at hýsa ymiskum í samband við eitt endaspæl, sigur FSF-forsetin

Sigurjón Einarsson
18. oktober 2021 kl. 17:43

Síðan 2018 hava norðurlendsku fótbóltssambondini, Danmark, Føroyar, Finnland, Ísland, Noreg og Svøríki samstarva um møguleikan at bjóða seg fram sum vertir fyri HM-endaspælinum fyri kvinnur í 2027.

Samstundis hevur danska fótbóltssambandið, DBU arbeitt við ætlanunum um, at EM-endaspælið fyri kvinnur í 2025 skal spælast í Danmark. Síðan eru Finnland, Svøríki og Noreg eru blivin partur av hesum ætlanum, við stuðli úr Føroyum og Íslandi.

Og sambært forsetunum í teimum seks norðurlendsku fótbóltssambondunum, kann talan gerast um eina stóra, ógloymandi og væl skipaða kapping, sum skal fyriskipast um minni enn fýra ár.

– Seinastu árini hava vit samstarva miðvíst við hesum, og saman hava vit nakrar stórar og seriøsar ætlanir, ið veruliga kunnu menna fótbóltin á kvinnusíðuni. Vit eru samstundis sannførd um, at eitt EM-endaspæl í Norðurlondum verður fantastiskt – ikki bara fyri fótbóltsspælið sjálvt – men eisini fyri fjepparar, spælarar, venjarar og onnur áhugaði, siga teir seks forsetanir í felags tíðindaskrivi, sambært heimasíðuni hjá FSF.

Saman ynskja norðurlendsku fótbóltssambondini at skipa fyri einum tiltaki, ið verður fyriskipað á so høgum støði sum tilber, og har dentur verður lagdur á javnstøðu, øktum áhuga fyri fótbólti – bæði á og uttan fyri vøllin – og at kappingin leggur nakað eftir seg, bæði í Norðurlondum og øllum Evropa.

Umboð fyri norðurlendsku fótbóltssambondini hava javnan tosa um, hvørja stóra kapping, tey í felag skulu bjóða seg til at hýsa. Og í fyrstu atløgu er avgerð tikin um, at norðurlondini bjóða seg fult og heilt fram sum vertir fyri EM-endaspælinum í 2025. Síðan skulu londini seinni taka støðu til, um tey eisini skulu bjóða seg fram sum vertir fyri HM-endaspælinum í 2027.

Í samband við fyrireikingarnar hava londini hvør í sínum lagi hugt innanlands, hvørjar møguleikar tey hava í samband við leikvallir, vertsbýir og øðrum umstøðum, ið krevst, fyri at hýsa einum endaspæli í fótbólti, og fyri á tann hátt at finna fram til, hvussu leikluturin sum vertir fyri UEFA Women’s EURO 2025 kann mennast mest møguligt.

Hóast ikki nakar dystur verður leiktur í Føroyum, so kunnu vit bjóða okkum fram at hýsa ymiskum í samband við eitt endaspæl, segði FSF-forsetin, Christian Andreasen, við Kringvarpið fríggjadagin.

Leggjast kann afturat, at Danmark, Finnland, Svøríki, Ísland og Noreg hava øll spælt seg til næsta EM-endaspæl fyri kvinnur, sum verður í Onglandi í 2022. Hetta prógvar, at talan er um høgt landsliðsstøði hjá hesum fimm Norðurlondunum.

Avgerðin um, hvør ella hvørji verða vertir fyri endaspælinum í 2025, verður tikin av evropeisku fótbóltssamgonguni, UEFA í desember komandi ár.

Kelda: Hans Erik Danielsen/Fótbóltssamband Føroya