EM-endaspælið verður víst á stórskíggja í Vágsbotni

Í dag fer EM-endaspælið í Portugal av bakkastokki. Til ber eisini at fylgja við her heima, tí dystirnar verða millum annað vístir á stórskíggja í Vágsbotni. Í tí sambandi verða nakrir vegir stongdir

(Mynd: hsf.fo)
Sigurjón Einarsson
7. juli 2022 kl. 11:05

Í dag, hósdagin 7. juli, fer U20-landsliðið í hondbólti undir EM-endaspælið í Portugal, og vit ætla okkum sjálvandi at fylgja við herheima.

Trappan í Vágsbotni verður karmur um hondbólt á stórskíggja, og hesaferð verður heldur ikki spart upp á krútið. Byrjað verður í dag, hósdagin 7. juli, klokkan 12, tá danir og føroyingar spæla fyrsta dystin í bólkaspælinum.

Skráin fyri dystirnar, sum verða vístir á stórskíggja, er hendan:

  • Hósdagin 7. juli kl. 12.00: Danmark – Føroyar

  • Fríggjadagin 8. juli kl. 12.00: Føroyar – Slovenia

  • Sunnudagin 10. juli kl. 12.00: Ungarn – Føroyar

Í sambandi við at EM-endaspælið hjá U20 í hondbólti sum verður víst á stórskíggja í Vágsbotni, verða hesir vegirnir stongdir hósdagin 7. juli, fríggjadagin 8. juli og sunnudagin 10. juli fyri allari ferðslu frá klokkan 11.30 til 14:

  • Mylnugøta

  • Bryggjubakki

  • Ferðsla frá Tórsgøtu fer einvegis eftir Vágsbotni út á Skálatrøð