Elton John, Shakira og Ringo Starr nevnd í Pandora skjølunum

Tað eru ikki bert politikkarar og vinnulívsfólk, ið gera sær dælt av skattaskjólum, vísa nýggju Pandora skjølini hjá altjóða journalistsamstarvinum ICIJ.

Steinar Patursson
5. oktober 2021 kl. 12:50

Umframt fleiri enn 330 politikkarar kring heimin eru eisini fleiri kend fólk frá undirhaldsvinnuni nevnd í nýggju Pandoru skjølunum.

Altjóða journalistsamstarvið ICIJ almannakunngjørdi í gjár, at samstarvið hevði fingið fatur á umleið 11,9 milliónum skjølum, ið vísa, hvussu politikkarar, ríkfólk og onnur kend nýta skattaskjól kring heimin.

Pandora skjølini eru triði lekin hjá ICIJ um nýtslu av skattaskjólum. Hini bæði vóru Panama skjølini í 2015 og Paradís skjølini í 2017. Pandora skjølini eru fleiri í tali enn Panama skjølini, men ikki eins nógv og Paradís skjølini, ið taldu 13,4 milliónir skjøl.

Millum politikkararnar, ið eru nevndir í Pandora skjølunum teljast Tony Blair og forsætisráðharrin í Kekkia, Andrej Babis. Men tað eru ikki bert politikkarar og vinnulívsmenn, ið hava havt tilknýti til feløg í tiltiknum skattaskjólum.

Sambært Bloomberg hevur kolombianska popstjørnar Shakira møguliga latið upp tríggjar uttanlandskontur á Jomfrúoyggjum í 2019, meðan hon varð kannað av sponsku myndugleikunum fyri skattasvik. Hóast Shakira upprunaliga er úr Kolombia, er hon búsitandi í Barcelona í Spania.

Shakira vil sambært El Pais vera við, at konturnar vórðu stovnaðar í 2001, og at sponsku myndugleikarnir vórðu kunnaðir um hetta.

Eisini spanski venjarin hjá Manchester City, Pep Guardiola, verður nevndur í skjølunum. Sambært Bloomberg hevði Guardiola kontur í Andorra og Panama fyri at sleppa undan at rinda skatt til sponsku stjórnina, meðan hann var venjari hjá FC Barcelona.

Av øðrum kendum nøvnum í Pandora skjølunum kunnu nevnast Elton John, Ringo Starr og fótbóltsleikarin Angel di Maria.

Tað er ikki ólógligt í sjálvum sær at eiga uttanlandskontur í skattaskjólum, men hetta verður ofta mett at vera óetiskt.

Kontur í skattaskjólum verða kortini eisini brúkt til ólógligt virksemi, og ICIJ vísir í frágreiðing á, at millum ríkfólkini, ið nýta skattaskjól, eru eisini fleiri brotsmenn, ið fáast við bæði fíggjarlig brotsverk umframt rúsevnisbrotsverk.