Elsti maður í bygdini skal skjóta seinasta skotið

Hósdagurin verður dagurin, fámjiningr hava bíðað eftir í eitt mannaminni

Áki Bertholdsen
15. juli 2024 kl. 15:28

Hetta hevur verið ein tungur burður, men hósdagin, tað er 18. juli, er dagurin, tá ið seinasta skotið verður latið av í Fámjinstunlinum.

Í hesum sambandi skipar Landsverk fyri almennari hátíðarløtu við tunnilsmunnan í Fámjin klokkan 14. 

Sigurð Ó. Vang, deildarleiðari á Verkætlanardeildini hjá Landsverki, bjóðar vælkomin og síðani heldur Dennis Holm, landstýrismaður samferðslumálum, røðu. Eftir hetta fara Jóanis Lisberg, borgarstjóri í Fámjin, og Sigtór A. Petersen, stjóri hjá J&K Petersen, at siga nøkur orð. 

Eftir røðurnar fer Svend Joensen, elsti maður í Fámjin at trýsta á knøttin fyri at skjóta seinasta skotið. 
Aftaná bjóðar Landsverk ein drekkamunn í tjaldinum uttanfyri bygdarhúsið í Fámjin. 
 Tvøroyrar Hornorkestur spælir til hátíðarløtuna.

Landsverk ger vart við, at vegurin ímillum Ørðavík og Fámjin verður stongdur ímillum klokkan 14 og 15. Sostatt ber ikki til at parkera bilar framvið landsvegnum.

Tí verður heitt á fólk um at koyra oman til Fámjins, haðani bussar koyra fólk niðan til tunnilsmunnan frá kl. 13.15 og oman aftur í bygdina, eftir hátíðarhaldið.