Elsa og Róland tosa um 7. oktober
Í kvøld fara hjúnini Elsa og Róland í Skorini at viðgera støðuna í Ísrael
Jonhard Hammer
26. juni 2024 kl. 14:23
Á samkomu í Nebo á Toftum í kvøld verður evnið Ísrael og støðan har. Tað vera hjúnini Elsa og Róland í Skorini, sum fara at hava orðið. Tey hava fleiri ferðir verið at hoyrt í útvarpinum hjá Kringvarpinum, tá ið tey hava lýst og greinað søguna hjá jødunum og Ísrael. Eitt nú hava tey kannað og tosað um jødatýningina undir seinna heimsbardaga.
Í kvøld verður tað Ísrael við serligum atliti til hópdrápini, sum vóru leygardagin 7. oktober í fjør og alt tað, sum síðani hevur verið í kjalarvørrinum á tí dapra degnum, sum er á skránni.
Tiltakið í Nebo er alment, og tað verður klokkan 19.30 í kvøld.