Eftir at Elon Musk tveitti fleiri tíðindafólk av Twitter, varð hann fyri nógvum atfinningum. Millum annað Taylor Lorenz, ið arbeiðir fyri Washington Post, gjørdi vart við støðuna, ið hon sjálv kom út fyri.
-Púra vitleyst. Elon sær út til at banna einum og hvørjum, sum er ósamdur við sær, sigur Taylor Lorenz í einari filmsupptøku.
Fleiri av tíðindafólkunum, ið vóru tveitt av Twitter, eru tíðindafólk, ið hava hug at finnast at virkseminum hjá Musk. Hann segði, at orsøkin til støðuna er, at ávís tíðindafólk deildu persónligar upplýsingar um hann og hansara familju. Á Twitter skrivaði Musk, at ein tráeltari fylgdi soni hansara, meðan hann koyrdi í einum bili í Los Angeles, eftir at tíðindafólk høvdu deilt persónligar upplýsingar um hansara staðseting.
Eftir at fleiri tíðindafólk høvdu funnist at avgerðini hjá Musk, gjørdi hann av, at tað bar til at atkvøða, um tey skuldu sleppa aftur á Twitter. Tað vóru tveir atkvøðumøguleikar. Skuldu tey sleppa á aftur Twitter nú ella um sjey dagar. Úrslitið av atkvøðugreiðsluni endaði við, at 3,7 milliónir twitterbrúkarar atkvøddu. Býtið av atkvøðunum varð soleiðis, at 41,3 prosent atkvøddu, at Elon Musk valdi sjey dagar, meðan 58,7 prosent atkvøddu, at tað skuldi verða umgangandi. Hendan atkvøðuháttin á Twitter brúkti Musk eisini herfyri, tá ið atkvøðugreiðslan snúði seg um Donald Trump, sum eisini varð tikin av Twitter.