Umberingin kom eftir at fyrrverandi starvsfelagin Haraldur Thorleifsson hevði spurt Elon Musk á Twitter, um hann enn arbeiddi í felagnum.
Níggju dagar frammanundan var Haraldur Thorleifsson, eins og 200 onnur starvsfólk hjá Twitter sambært The Guardian, læstur úti av sínari arbeiðsteldu, sum hann tí ikki fekk atgongd til.
Hendingin fekk fyrst Elon Musk at ákæra Harald Thorleifsson fyri ikki at gera nakað arbeiði og at brúka tað at vera rørslutarnaður, sum undanførslu.
- Sannleikin er, at hesin maðurin (sum sjálvur er ríkur) ikki røktaði sítt starv við tí undanførslu, at hansara rørslutarn forðaði honum í at trýsta á knappaborðið, skrivaði Elon Musk.
Íslendski Haraldur Thorleifsson hevur sambært The Guardian vøddasvinn og situr í koyristóli.
Haraldur Thorleifsson fekk sambært The Guardion eina formliga uppsøgn frá Twitter á sínum telduposti, í meðan almenni orðadrátturin fór fram á Twitter.
Fáar tímar eftir at Elon Musk hevði skrivað sítt fyrsta tweet, fekk stovnarin av Tesla ringa samvitsku.
- Eg vil biðja Hall um umbering. Eg misskilti støðuna, skrivaði Elon Musk.
Sambært Elon Musk hevur Haraldur Thorleifsson fingið í boðið at halda fram hjá Twitter og íslendingurin umhugsar støðuna.
Síðan Elon Musk keypti Twitter í fjør fyri umleið 300 milliardir krónur hevur hann koyrt umleið helvtina av teimum 7500 starvsfólkum til hús.