Hetta veit Reuters m.a. at boða frá.
Vinnulívsmaðurin boðaði fyri stuttum íleggjarum frá, at vítlíkis start-up fyritøkan hjá Musk xAI hevur ætlanir um at byggja eina ovurteldu, ið kann veita mátt til komandi útgávuna av hansara vítlíkis chatbotti, sum er nevndur Grok.
Musk hevur nevnt, at xAI møguliga kann samstarva við teldurfyritøkuna Oracle, sum er millum størstu forritsfyritøkurnar í heiminum.
Sambært keldum, skal Musk hava greitt íleggjarunum frá, at tá ið teldan er liðug, eru teir sambundnu chip-bólkarnir í minsta lagi fýra ferðir støddina av teimum størstu GPU-bólkunum, sum eru til í dag.
Musk setti xAI á stovn í fjør sum kappingarneyti til m.a. OpenAI og Bard.