Nú er ein nýggjur listi klárur at bjóða seg fram til kommunuvalið í Hvalbiar Kommunu í novembur. Á seinasta vali var bara ein listi, men á valinum hesa ferð eru tveir listar gjørdur.
Janus Thomsen, borgarstjóri, hevur gjørt ein lista, har eitt høvuðsendamál er at leggja saman við Tvøroyri kommunu.
Og nú er so ein listi gjørdur afturat. Tað er ein listi, sum er ein felagslisti og sum er óheftur í spurninginum um samanlegging, sigur ein av stigtakarunum, Poul Laust Christiansen.
Á listanum eru 11 valevni og tey eru úr øllum plássum í kommununi, úr Hvalbiar bygd, úr Nesi í Hvalba og úr Sandvík.
Valevnini eru:
Poul Laust Christiansen
Ronni Hammer
Thorstein Thomsen
Dina Jensdóttir Norðberg
Jan Poulsen
Jón Sigurd Vang Poulsen
Jón Thomsen
Jónfinn Poulsen
Kim Mortensen
Otto West
Ruth Midjord Berg
Tey, sum eru á listanum, siga, at tey hava tey sett sær nøkur mál at virka fyri. Eitt mál er at hækka barnafrádráttin og at børn og ung skulu hava frítíðarkort. Grundstykki skulu útvegast, ellisheim, og íbúðir til eldri skulu byggjast, og fríøki skulu gerast í Sandvík og í Hvalba.
Samstundis ætla tey at vetrarfriða bygdirnar, fáa skil á kloakkunum og skúlin skal mennast og tryggjast - og so vilja tey virka fyri, at vinnan hevur góðar umstøður.