Í nýggjastu útgávuni av Ellivu fortelja Kristina, Bára og Rita um lívið sum ”WAG” í Føroyum. Heitið verður brúkt sum eitt sindur niðrandi og eintáttað lýsing av ofta vøkru damunum og konunum hjá kendum fótbóltsspælarum.
- Fólk halda, at alt er so øgiliga lekkurt og luksus, tá ið mann er ein fótbóltsfrúa, men gerandisdagurin hjá einari fótbóltsfrúu er bara ikki soleiðis, sigur Kristina Steinkross Nielsen (Gunnar Nielsen), sum Ellivu hevur sett stevnu saman við Báru Hansen (Teitur M. Gestsson) og Ritu Leitisstein (Petur Knudsen).
Les alt um lekkrar fótbóltskroppar , einsemi og stuttligar søgur úr lívinum sum fótbóltsfamilja í nýggjastu útgávuni av Ellivu, sum er til keyps í handlunum kring landið.