Elliot verjir Henderson: Ein stór fyrimynd

Fyrrverandi Liverpool liðskiparin varð kritiseraður av ensku fjepparunum tá hann leiddi Ongland á vøllin í venjingardysti ímóti Australia fríggjadagin

Ragnar Sjúrðarson
16. oktober 2023 kl. 18:29

Tað hevur fylt nógv í enska landsliðshópinum, at Henderson varð møttur við buhrópum tá hann leiddi Ongland á vøllin fríggjadagin.

Enski landsliðsvenjarin, Gareth Southgate, hevur millum annað alment tikið frástøðu frá rópunum.

Nú hevur Liverpool leikarin og fyrrverandi liðfelagin hjá Henderson, Harvey Elliot, eisini sett orð á hendingina, og hann heldur eisini tað var skeivt at ensku landsliðsfjepparunum.

-    Eg bleiv keddur av at hoyra tað. Hendo er ein stór fyrimynd, ikki bara fyri meg, men fyri nógv kring knøttin.

-    Við øllum tí í tonkunum, sum hann hevur gjørt fyri Ongland og enskan fótbólt, er tað ikki gott at síggja.

-    Tað er hansara avgerð, og tað er hansara yrkisleið. Sum tjóð eru vit noydd at stuðla leikarunum. Tað var keðiligt, men sum eg kenni Hendo, eri eg vísur í, at tað ikki hevur ávirkað hann, sigur Elliot sambært The Mirror.

Jordan Henderson skifti í summar Liverpool út við saudiarabiska Al Ettifaq, og tað er orsøkin til atfinningarnar frá ensku fjepparunum.

Miðvallarin hevur áður verið stórur forsprákari fyri LGBTQ+ rættindum, og í Saudi-Arabia er tað ólóligt, at vera samkyndur.