Ellen Degeneres takkar fyri seg

Í 19 ár hevur amerikanska, Ellen Degeneres, verið vertur í undirhaldssending, The Ellen DeGeneres Show, men nú er hetta av. Í gjár varð seinasta sendingin við tí skemtingarsama vertinum send í sjónvarpinum

Vælumtókti verturin, Ellen Degeneres. (Mynd: EPA-EFE).
Kristian Waag Dam
27. mai 2022 kl. 10:19

Í 19 ár hevur amerikanska, Ellen Degeneres, verið vertur í undirhaldssending, The Ellen DeGeneres Show. Síðani 2003 hevur hon bjóða gestum hjartaliga vælkomnum í sjónvarpsstovuna til samrøður, men nú er hetta av. Í gjár varð seinasta sendingin við tí skemtingarsama vertinum send í sjónvarpinum.

Gestirnir í seinastu sendingini vóru tónleikirnir Billie Eilish og Pink, haraftrat var sjónleikarindan, Jennifer Aniston, eisini gestur. Jennifer Aniston var eisini við í tí allarfyrstu sendingini, ið var send í 2003.

Í síni seinastu sending takkaði Ellen Degeneres sínum starvfeløgum og framleiðarum, og serliga teimum trúføstu hyggjarum. Í fleiri ár var sendingin millum tær best umtóktu sendingarnar í USA. Amerikanski verturin vísti á, at nógv var broytt síðani fyrsta sendingin var send í 2003, millum annað rættindini hjá teimum samkyndu. Í 1997 boðaði Ellen Degeneres frá, at hon var samkynd.

Men alt hevur ikki bara verið ljósareytt, meðan sendingin hevur verið send. Í fjør kom Ellen Degeneres í eitt satt ódnarveður í fjølmiðlunum. Amerikonsku fjølmiðlarnir lýstu arbeiðsumhvørvið rundanum tað heimskendu sendingina sum eitt eitrandi arbeiðsumhvørvið.

Hetta kom óvart á fleiri hyggjarar og fleiri hildu tá, at Ellen Degeneres fór at takka fyri seg, men soleiðis varð ikki. Ellen Degeneres varð verandi, tó góvust tríggir av framleiðarunum, eftir at ákærir um happing og rasismu vórðu kannaðar.