Elisabeth F. Rasmussen verður sendikvinna í Brússel

Elisabeth F. Rasmussen er tilnevnd sum sendikvinna Føroya til Evropasamveldið, har hon avloysir Elina Mortensen

Redaktiónin
7. mars 2023 kl. 12:29

Elisabeth F. Rasmussen er tilnevnd sum sendikvinna Føroya til Evropasamveldið. Hon tekur við hálvan apríl, tá ið hon avloysir Elin Mortensen, ið hevur verið sendikvinna í Brússel síðani 2018.

Hon hevur starvast í Uttanríkistænastuni síðan 2015.

Seinastu fimm árini hevur hon havt ábyrgdina av ES- og handilsmálum, og hevur millum annað leitt samráðingar við ES og Bretland á handilsøkinum. Harumframt hevur hon starvsroyndir í øðrum pørtum av føroysku fyrisitingini, umframt donsku fyrisitingini.

Elisabeth F. Rasmussen er 36 ára gomul, og útbúgvin løgfrøðingur frá Københavns Universitet.