Elisabeth drotning undir heilsuligum eftirliti

Læknarnir hjá Elisabeth drotning bera ótta fyri heilsu hennara, og tí er drotningin í løtuni undir eftirliti

Steinar Patursson
8. september 2022 kl. 12:57

Elisabeth drotning er í dag farin undir “medisinskt eftirlit”, sum kongshúsið kallar tað, eftir at læknarnir hjá drotningini gjørdust ørkymlaðir um heilsuna hjá drotningini.

Buckingham Palace boðar frá, at drotningin er væl til passar á Balmoral borgini, sum er ein ogn hjá kongshúsinum í Skotlandi.

Tað er ikki greitt, júst hvat bagir drotningini, men avgerðin at hava eftirlit við drotningini koma bert ein dag eftir, at drotningin mátti melda avboð til fund við ráðgevanevndina í gjár, tá læknar hennara mæltu henni til at binda frið, sigur BBC.