Fyrr í ár gav Elinborg út EP'ina "Landið Sum Ongin Sær", ið rúmar fýra løgum. Eftir ætlan skuldu útgávukonsert vera í Tøting fyrr í ár, men av tí at Elinborg hevur fingið snikkað saman ein nýggjan bólk, varð konsertin nakað seinkað. Manning hennara er Per I. Højgaard Petersen, Allan Tausen og Hans Marius Ziska. Høgni Lisberg, Allan Tausen og Hans Marius Ziska hava framleitt útgávuna í felag. Tekstirnir eru á føroyskum, og Elinborg er sjálv høvundur.
Við sær hevur hon gøtumannin Lyon. Lyon er búðsitandi í Onglandi, og er komin heim á klettarnar í summar, har hann millum annað hevur spælt konsert á ársins G! Festivali.
Atgongumerki kunna keypast í forsølu á heimasíðuni her, ella við dyrnar frá kl. 19.30. Kostnaðurin er 150 kr., tó bert 100 kr. fyri limir í Tónleikasamtakinum Grót.