Elin Michelsen gevur út sína fyrstu skaldsøgu

Rimarúmið er nýggj fantasy ungdómsbók eftir Elina Michelsen, sum samstundis er fyrsta skaldsøgan hjá Elini

Sigurjón Einarsson
3. november 2021 kl. 10:07

Skaldskapur liggur til Michelsen-familjuna. Sólrun Michelsen hevur skrivað eitt hav av skaldskapi við barnabókum, yrkingum, stuttsøgum og skaldsøgum. Nú er næsta ættarliðið klárt við bókaútgávu, nú Elin Michelsen gevur út sína fyrstu skaldsøgu, Rimarúmið.

Sum fastur gestur á bókasavninum undir uppvøkstrinum gjørdust hillarnar, har ævintýrligu verurnar hildu til, hennara fyrsta val, og hava verið tað líka síðan.

Rimarúmið er fyrsta bókin í røðini um Tóru og hennara stremban eftir at finna útav, hvør hon sjálv er í einum heimi, sum vísir henni eina síðu, sum Tóra ikki ánaði var til.

Brellbiti

"Tóra steðgar, leggur pannuna móti rimunum og starir inn í hvíta meldurin, meðan hon heldur í rimunum við báðum hondum. — Vís mær, teskar hon út í hvítu kvirruna. Hon skilir ikki heilt, hvat hon sær, tí har er eingin litur at síggja í rimarúminum. Eingin litur til hennara. Og tó. Stormurin inni í rimarúminum tætnar. Flykrurnar flúgva tættari og tættari saman, til tær at enda fáa skap. Tóra veit, at hon hevur gjørt okkurt galið, men hon minnist ikki, hvat tað er. Hon endar í einum skúla, hon aldrin hevur hoyrt um, saman við fólkum, hon aldrin hevur sæð fyrr. Og tey duga ymiskt. Ymiskt, sum ikki eigur at vera gjørligt; sum eingin eigur at duga. Hon kann ikki vera ein teirra — kann hon?"

Um rithøvundin

Elin Michelsen er fødd í 1973 í Havn og býr í Hoyvík. Hon er útbúgvin innan samskifti og arbeiðir í Kringvarpi Føroya. Rimarúmið er fyrsta bókin eftir Elina, og hon er fyrsti partur í eini røð um gentuna Tóru. 

Tað er Bókadeild Føroya Lærarafelags, sum gevur bókina út.