Elin Michelsen fekk Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs 2024

Elini Michelsen fekk ársins Barnamentanarheiðursløn fyri fantasi-tríverkið um huldugentuna Tóru

Bókadeild Føroya Lærarafelags
31. oktober 2024 kl. 19:39

Í kvøld vórðu virðislønir M. A. Jacobsens og Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs handaðar í Müllers pakkhúsi. Undir virðislønarhandanini bleiv avdúkað, at Tórshavnar býráð hevur valt at lata Elini Michelsen ársins Barnamentanarheiðursløn fyri fantasi-tríverkið um huldugentuna Tóru. Í 2021 kom fyrsta bókin í røðini, Rimarúmið. Árið eftir bleiv Vanvarði útgivin, og fyrr í ár kom Feigdarfræ, ið er triðja og seinasta bók í røðini um Tóru. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav tríverkið út.

Í grundgevingini stendur m.a., at:

Langt er ímillum føroysku útgávurnar av fantasisøgum, og at fantasisøgur í tí vavi, sum Elin Michelsen megnar í tríverkinum um Tóru, hava vit ikki sæð á føroyskum áður. Umhvørvið er heimligt, tí søgurnar hava rótfesti í okkara sagnum um huldufólk og íbygdar steinar. Og so inniheldur tríverkið alt tað, ið góðar søgur skulu hava. Tað góða mótvegis tí ónda, vinaløg og misskilt sambond, ið hava fleiri fløkjur við sær, eru evni, ið verða væl lýst.

Barnamentanarheiðurslønin er ein heiðursløn, sum Tórshavnar býráð á hvørjum ári letur fyri bókaverk ella listaverk, sum hava serligar dygdir. Heiðurslønin fevnir um rithøvundar, týðarar, listafólk og einstaklingar.