Elin Lindenskov: Flytið ætlaðu kirkjuna við Sandá!

Økið við Sandá er so fantastiskt, at har má ikki byggjast! Heldur ikki var viðgerðin fullgóð, ásannar fyrrverandi býráðslimur

Jóhann Mortensen
8. september 2023 kl. 07:27

Spurningurin, hvar kirkjan á Argjum skal staðsetast, eigur at endurskoðast. Fleiri viðurskifti eru komin fram, sum vísa, at upprunaliga viðgerðin var ikki fullgóð. Málið kann ikki fara aftur við borðinum. 

- Harafturat vísir málið um staðsetingina, at fólk sum heild vilja varðveita fríøkið við Sandá. Náttúran og náttúruvernd mugu takast í nógv størri álvara, heldur Elin Lindenskov, fyrrverandi býráðslimur.

Elin sat í byggi- og býarskipanarnevndini hjá býráðnum, tá tinglisna fríøkið varð broytt til byggiøki í 2011. Hon atkvøddi saman við fimm øðrum býráðslimunum ímóti ætlanini at staðseta kirkjuna við Sandá. 

Elin hevur fylgt væl við málinum, síðani Yvirfriðingarnevndin í oktober 2021 tá staðfesti gomlu avgerðina at broyta friðaða økið við Sandá til byggiøki. 


Vistu ikki at fríøkið var gáva
Á vári ífjør kom Áhugabólkurin - “Varðveitið fríøkið við Sandá” - fram á eitt áhugavert skjal í Tinglýsingini. Skjalið vísir, at Müller-familjan, sum framdi útstykkingina, lat kommununi fríøkið við Sandá uttan endurgjald. Einasta treyt var, at kommunan helt økið “viðlíka”. Men síðan hevur kommunan selt økið fyri 641.000 kr til kirkjubygging.

- Vit vistu einki um hetta skjalið. Hetta skjalið varð ikki lagt fyri byggi- og býarskipanarnevndina, tá nevndin viðgjørdi málið. Vit vistu einki um, at útstykkjararnir høvdu latið kommununi fríøkið ókeypis. Um vit vistu, at fríøkið var ein gáva, hevði tað broytt alla støðuna, heldur Elin Lindenskov.

 

Mótmælarar vísa til skjalið
Tá uppskotið at broyta friðaða lendið við Sandá til byggiøki var til almenna hoyring, mótmæltu 245 Argjafólk. 80 mótmæli komu ikki rættstundis. 

Umboð fyri mótmælisfólkini vístu á fundi fyrisitingini tinglisna skjalið um útstykkingina og fríøkið við Sandá. Eitt ljóstak av forsíðuni er í frásøgnini, men skrivið varð ikki viðgjørt. Tað vísa almenn innlit, sum Áhugabólkurin og ein advokatur hjá bólkinum, fingu. Tað sama siga fýra býráðslimir. Skjalið finst ikki í málinum ella í skjalagoymsluni.

- Eg skilji ikki, at fyrisitingin ikki útvegaði okkum skjalið frá Tinglýsingini, so tað kundi komið við í viðgerðina. Hetta er ein orsøk til, at eg haldi, at málið eigur at verða tikið uppaftur. Vit kunnu ikki hava sitandi á okkum, at ein so týðandi avgerð varð tikin á skeivum grundarlagi.

Hetta er brot á eina privata avtalu millum útstykkjararnar og kommunua. Harafturat vísir viðgerðin, at talan var ikki um góðan fyrisitingarsið, tí skjalið kundi fingið avgerandi týdning fyri úrslitið, slær Elin Lindenskov fast.  


Náttúran má vinna
Elin Lindenskov er eitt av oddafólkunum í tiltakinum Ruddið Føroyar. Hon hevur stóran áhuga fyri náttúru og náttúruvernd. Men Elin ásannar, at nóg góð atlit verða ikki tikin náttúruni, tá byggimál verða viðgjørd.

- Hvørki nú ella tá eg sat í býráðnum, sigur Elin, sum tekur í egnan barm. -Men, staðfestir hon, fólk eru tíbetur nógv meiri tilvitandi um virðini í náttúruni ídag. Tey flestu njóta eisini náttúruna meira.

- Og tað er ein av orsøkunum til, at fríøkið við Sandá má og skal varðveitast. Hatta økið - saman við Sandagerði - er so fantastiskt, at har má ikki byggjast. Eg rokni ikki við, at málið endar væl, um ikki ein onnur loysn verður funnin.

Elin Lindenskov vónar, at fríøkið kann liggja sum friðað øki, sum tað hevur rætt til sambært náttúrufriðingarlógini.

Náttúrufriðingarlógin, grein 2, stk.2, sigur m.a. 

Innangarðs eigur ikki at verða bygt uttan loyvi frá friðingarnevndini:

nærri enn 300 m frá vøtnum, ið hava størri vídd enn 1 ha og frá áum, ið eru meira enn 4 m breiðar í botninum.”