Elin gevur út yrkingasavnið Vakrasta stað

Í dag, á sjálvan down syndrom degnum, gevur Elin Abrahamsdóttir Løkin út sítt fyrsta yrkingasavn

Dan Lamhauge
21. mars 2021 kl. 16:32

Í dag, hin 21.mars, legði Elin Abrahamsdóttir Løkin fram sítt fyrsta yrkingasavn. Tað varð gjørt í Skótahúsinum í Runavík, har nógv var gjørt burturúr.

Har vóru tónleikur, røður, framløga og heilsanir.

Áðrenn yrkjarin sjálvur bjóðaði vælkomin, spældi Jóannes S. Hansen á harmoniku.

Tað er Sprotin, sum gevur yrkingarsavnið út, og tí var Jonhard Mikkelsen frá Sprotanum komin at greiða frá um tilgondina. Hann segði, at nógvir dimmir og daprir tekstir koma til Sprotan gjøgnum ár og dag. Men, tekstirnir hjá Elini eru beint øvugt, glaðir og litfagrir. Jonhard endurgav úr yrkingarsavninum soleiði:”Hav gott sjálvsálit, ver í góðum lag, so fært tú ein góðan dag.”

Mamma Elinar, Kára, greiddi eisini frá um, hvussu tær báðar arbeiddu saman um tekstirnar, og at talan er um løtumyndir.

Áhoyrararnir fingu eisini ein brellbita, tá yrkjarin las nakrar yrkingar upp.

Martin Joensen spældi trú løg, og so bar borgarstjórin í Runavík kommunu fram eina heilsan, har hann samanbar litføgru húsafasadurnar í Føroyum við litføgur menniskju.

Yrkingarsavnið eitur Vakrasta stað.