Ongi úrslit

Elin ber seg undan at vera aðalstjóri

Poul Geert Hansen heldur fram sum aðalstjóri í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum

tinganes.fo
21 tímar síðan

Eftir ynski frá Elin Mortensen, aðalstjóra, hevur løgmaður í samráð við hana tikið avgerð um, at hon verður ikki aðalstjóri í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum frá 1. desember 2025 kortini. Ístaðin verður hon deildarstjóri í Vinnumálaráðnum.

Elin Mortensen sigur í stuttari viðmerking:

“Í fyrstu syftu tók eg av starvinum sum aðalstjóri í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum, men eftir gjølla umhugsan havi eg broytt støðu. Orsøkin er, at við mínum áhuga og royndum á fiskivinnuøkinum og í millumtjóða samstarvi, meti eg ikki tíðina vera rætta fyri meg at skifta arbeiðsøki. Eg vóni eisini, at eg einaferð aftur fái møguleika at átaka mær ein aðalstjórasess, hóast tíðin ikki var tann rætta hesa ferð.” 

Poul Geert Hansen heldur fram sum aðalstjóri

Broytingarnar merkja, at Barna- og útbúgvingarmálaráðið skal hava ein annan aðalstjóra. Eftir tilmæli hevur løgmaður tikið avgerð um, at Poul Geert Hansen heldur fram sum aðalstjóri í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum.

 

Mest lisið hesa vikuna

Fór at skjóta haru - endaði á Landssjúkrahúsinum

9. november kl. 10:01

Skulu vit hava eina álitisnýskipan ella ein Elon Musk?

8. november kl. 14:05

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

5 tímar síðan

Ungdómar hava vandamikið spæl í Klaksvík

9. november kl. 09:31

Ein rópti rastistisk ókvæmisorð eftir løgreglufólki - og ein rætti teimum longutong

8. november kl. 10:06

Minningarorð um Helga Olsen í Rituvík

11. november kl. 12:41