Elias og Sävehof vunnu fyrstu finaluna

Tað máttu tveir umdystir til, áðrenn Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í IK Sävehof vunnu fyrsta finaludystin á IFK Skövde HK. Dysturin endaði 38-37

Sveinur Tróndarson
11. mai 2021 kl. 21:33

Tað stóð á gomlum nøglum, tá IK Sävehof tók ímóti IFK Skövde HK í fyrsta finaludystinum í svensku hondbóltskapingini í kvøld.

Orsøkin til, at dysturin er spennandi í Føroyum er, at ungi landsliðsleikarin, Elias Ellefsen á Skipagøtu, spælir við IK Sävehof, sum endaði fremst, tá grundspælið endaði. Liðið hjá Eliasi spældi seg eisini í finaluna, sum byrjaði í kvøld, men mótstøðuliðið endaði á fjórða plássi í grundspælinum.

Men tað sást ikki, tá liðini fóru á vøllin í kvøld.

Tá hálvleikt var, stóð á jøvnum, 14-14, og tá vanliga leiktíðin var farin var støðan 27-27. Tá hevði Elias Ellefsen á Skipagøtu skorað fýra mál og brent eitt brotskast.

Finaludystirnir skulu eisini avgerast í Svøríki, og tað máttu tvey umfør av longdari leiktíð til, áðrenn ein vinnari var funnin.

Tá fyrra umfar var liðugt, var støðan 33-33, og tí mátti enn ein longd leiktíð til.

Tá eydnaðist at finna ein vinnara, tí tá teir seinastu tíggju minuttirnir vóru lidnir stóð 38-37 á máltalvuni.

Fyri Elias Ellefsen á Skipagøtu gjørdist dysturin áhugaverdur, tí hann skoraði seks mál, men fram móti endanum av seinna umdystinum, tá tað restaðu góðir fýra minuttir, mátti hann av vølli. Fyri at gera ilt verri, mátti liðfelagi hansara, Felix Møller eisini av vølli, so teir vóru tveir í undirtal.

Men tað kláraði málverjin fyri IK Sävehof, tí hann bjargaði meira enn einum skoti hesa løtuna.

Gestirnir javnaðu tá tað manglaðu 50 sekund, men tá tað manglaðu 13 sekund kláraði liðið hjá Eliasi at skora avgerandi málið, so teir nú hava vunnið tann fyrsta av fimm møguligum finaludystum.

Næsta finalan verður spæld í Skövde Arena leygardagin og triðja finalan verður spæld í Partille Arena, sum er heimavøllurin hjá IK Sävehof, týsdagin. Ein møgulig fjórða og fimta finala vera leiktar 21. og 24. mai.