Tað eigur ikki at lata seg gera, men tølini siga, at soleiðis er tað, og í morgun var tað sjón fyri søgn.
Við 39 - 34 sigri ímóti Japan hava føroysku heimsstjørnurnar vunnið seg víðari í kappingini. Tað er greitt, at Føroyar í hvussu so er enda á øðrum plássi í bólkinum. Í annaðkvøld fara Føroyar at dystast við sponsku heimsstjørnurnar um, hvør skal vinna bólkin. Spania og Føroyar fara saman við 14 øðrum at spæla um heimsmeistaraheitið, meðan Angola og Japan halda fram í kapping um plássini frá 17 og niðureftir. Í bólki saman við Føroyum og Spania vera í næsta umfari Brasilia og Portugal.
Í dag vóru Føroyar alla tíðina á odda. Japan fylgdi fyrstu løtuna væl við, men fram ímóti steðginum eydnaðist tað at økja um leiðsluna til fýra mál.
Hálvleiksstøðan var 21 – 17, og tíðliga í seinna hálvleiki eydnaðist tað at økja um leiðsluna, sum síðani ongantíð var minni enn fimm mál.
Tølini siga, at álopsspælið riggaði betur, enn verjuspælið gjørdi. Tað bar aftur við sær, at málverjarnir ikki bjargaðu so ofta, sum teir plaga at gera.
Talan var um fínt liðavrik, og sum undanfarnu ferðirnar, so vóru tað aftur í dag okkara heilt stóru stjørnur, sum gingu undan í málskjótingini. Elias Ellefsen á Skipagøtu og Hákun West av Teigum skoraðu 11 mál, og næstur teimum í málskjótingini var Janus Dam Djurhuus, sum skoraði seks mál. Eftir dystarlok varð Hákun West av Teigum kosin at vera dagsins maður.
Føroyar – Japan 39 – 34 (21 – 17)
Føroyar: Hákun West av Teigum 11 (1), Elias Ellefsen á Skipagøtu 11 (2), Janus Dam Djurhuus 6, Rói Ellefsen á Skipagøtu 4, Pauli Mittún 3, Ísak Vedelsbøl 2, Pauli Høj 1, Bjarni í Selvindi 1, Sveinur Olafsson, Kristoffur Bjørgvin, Ovi Lútzen, Brian Slyne, Bogi Hansen, Kristian Jensen
Málverjar: Pauli Jacobsen 21 % og Aleksandar Lacok 43%
Á beinkinum: Mark Lausen-Marcher og Julian Johannesen, venjarar, Jens á Skipagøtu, málverjuvenjari, Leif Christophersen, liðleiðari, Ári Jógvansson Olsen, fysioterapeutur
Dystargongdin:
5 min. 4-3
10 min. 9-7
15 min. 13-10
20 min. 14-12
25 min. 18-14
30 min. 21-17
35 min. 24-19
40 min. 28-22
45 min. 32-26
50 min. 35-28
55 min. 36-31
60 min. 39-34