Sunnudagin verður fyrsta umfar í landskappingini. Tá fær EB/Streymur vitjan av AB. Tað verður í Hólmanum á Eiði, har EB/Streymur annaðhvørt ár eigur heimavøll.
Mikukvøldið boðaði AB frá, at íslendski verju- og miðvallarspælarin Viktor Helgi Benediktsson er lagstur aftrat á Argjum, og í gjárkvøldið vóru tíðindini, at álopsspælarin Brian Jakobsen nú umboðar AB.
Í EB/Streymi eru tveir spælarar lagstir aftrat í vetur, og Sigfríður S. Clementsen, sum er gamal kenningur har norðuri, er nýggjur venjari.
Nýggju spælararnir eru Bergur Poulsen og Rani Hansen, sum higartil bara hava umboðað barndómsfelagið Víking, har teir hava spælt við næstbesta liðnum.
Í fjør var Elias El Moustage ein av teimum drúgvastu í EB/Streymi, sum hann framvegis umboðar. 21 ára gamli vongverjin og miðvallarin var sambært faroesoccer við í 24 landskappingardystum.
Nú er tað greitt, at Elias El Moustage ikki verður við sunnudagin ímóti AB, og at tað vera nakrar vikur, áðrenn hann verður tøkur Orsøkin er tan, at Elias El Moustage hevur brotið aðra hondina.