Elias er populerur

Eftir Elias var Brandur tað navnið, sum foreldur oftast góvu sínum synum í fjør

Hagstova Føroya
2. september 2024 kl. 15:54

Elias var best umtókta navnið á dreingjum føddir í 2023. Ellivu dreingir fingu navnið Elias. Næstbest umtókt var navnið Brandur, sum tíggju dreingir vórðu nevndir í 2023. Tað skula vanliga fleiri til enn fimm við sama navni fyri at enda ovast á listanum fyri best umtókta navn. Nøvnini Elias og Brandur vóru sostatt serliga væl umtókt í fjør.

Onnur vælumtókt nøvn hjá dreingjum vóru Liam, Nóa, Martin og Jákup. Fýra dreingir, føddir í fjør, hava ikki fingið navn enn. 

Best umtóktu nøvn á dreingjum føddir í 2023

Persóntal

2023

2015

2000

1985

Elias

11

3

1

0

Brandur

10

2

3

0

Liam

8

6

1

0

Nóa

8

4

0

0

Martin

5

2

2

5

Aron

4

1

2

0

Jákup

4

0

9

7

Ragnar

4

0

2

3

Elias er blivið eitt navn, vit vanliga síggja ovarlaga á listanum yvir vælumtókt nøvn á dreingjum. Tríggjar ferðir hevur tað verið best umtókta dreingjanavn. Síðani 1985 hava 90 fingið navnið Elias, og við ársenda í fjør vóru 104 menn við navninum Elias búsitandi í Føroyum. 

Kelda: Hagstova Føroya

Beint í hølunum á Eliasi var navnið Brandur, sum eisini hevur verið væl umtókt seinastu 20 árini. Brandur var næstbest umtókta navn í 2023 og best umtókta navn í 2022. Tíggju fingu navnið í 2023, fimm í 2022, og eisini fimm fingu navnið í 2020. Tilsamans 124 dreingir hava fingið navnið Brandur síðan 1985. 

Liam og Nóa eru vorðin væl umtókt dreingjanøvn. Átta dreingir fingu navnið Liam og átta Nóa í 2023. Bæði nøvnini eru lutfalsliga nýggj. Áðrenn 2005 var eingin nevndur Nóa, og eingin var nevndur Liam áðrenn 2010. 

Fleiri nýggj dreingjanøvn eu komin á listan síðan 1985, og nøkur av teimum, sum eru nógv brúkt í dag, eru Silas, Nóa, Jónatan, Liam og Bragi. Navnið Grettir var á fyrsta sinni givið nýføddum dreingjum í 2023.

Tilsamans 312 dreingir vóru føddir í 2023. Um 60% av teimum vóru einnevndir í árganginum. 

Les meira á temasíðuni um nøvn ella royn navnaleitaran

Stutt um nøvn

Uppgerðin fevnir um fornøvn (1. navn ella 1. og 2. navn) á persónum, sum búðu í Føroyum tann 1. januar. Nøvnini eru gjørd upp soleiðis, sum tey eru skrásett í Landsfólkayvirlitinum. Um ein persónur hevur eitt fornavn, verður hetta gjørt upp sum eitt navn. Um ein persónur hevur tvey fornøvn, t.d. Hans Petur, verður hetta eisini gjørt upp sum eitt navn.

Av tí at tað kunnu ganga upp til 6 mánaðir áðrenn eitt barn skal hava fingið navn, verður navnauppgerðin gjørd eftir 1. juli.