Elias er HM toppskjútti

HM U-21: Síðsti dysturin í miðumfarinum verður klokkan 13.45 ímóti Portugal

Jóannes Hansen
26. juni 2023 kl. 09:59

Síðstu dystirnir í miðumfarinum í HM kappingini fyri U-21 landslið í hondbólti, sum í hesum døgum er í Grikkalandi og Týsklandi, vera spældir í dag.

Klokkan 13.45 hittast Føroyar og Portugal í Hannover, og so eru sjey aðrir dystir. Ísland fer at spæla ímóti Egyptalandi, Svøríki fer at spæla ímóti Ungarn, og Danmark fer at spæla ímóti Bahrain.

Hinir dystirnir eru Brasil – Spania, Frakland – Tunis, Serbia – Grikkaland og Kroatia - Týskland.

Eftir sigurin ímóti Brasil í gjár og eftir at tað var greitt, at Føroyar longu hava kvalifiserað seg til hósdagin at spæla fjórðingsfinalu, søgdu føroysku venjararnir, at tað fer at síggjast aftur í, hvussu føroyska liðið fer at verða mannað í dag.

Eingin ivi er um, at føroyingar ætla sær at vinna ímóti Portugal, men tað verður ikki fyri ein og hvønn prís, skilt á tann hátt, at onkrir av teimum, sum hava verið mest á vøllinum, ikki fara at vera so nógv á vøllinum í dag.

Eitt nú verður Elias Ellefsen á Skipagøtu neyvan so nógv á vøllinum í dag, sum hann higartil hevur verið.

Sambært uppgerð hjá IHF, altjóða hondbóltssambandinum, er Elias Ellefsen á Skipagøtu toppskjútti undan dagsins umfari, og Hákun West av Teigum er tann spælarin, sum hevur skorað næstflest mál.

Elias hevur skorað 39 mál, og Hákun hevur skorað 34 mál.