Elias er heimsins besti ungi leikari

Framúr góðu avrikini á føroyska landsliðnum nevnast millum orsøkirnar til stóra heiðurin

Fríðmundur Nattestad
22. mars 2024 kl. 11:40

Elias Ellefsen á Skipagøtu er í dag kosin til at vera heimsins besti ungi hondbóltsleikari.

Tað er altjóða hondbóltssambandið, IHF, sum handar virðislønirnar.


IHF nevnir millum annað framúr góðu avrikini við føroyska landsliðnum, sum orsøk fyri at Elias hevur vunnið hendan stóra heiðurin, umframt at hann hevur vunnið sær fast pláss í týska stórfelagnum THW Kiel. Her hevur hann avrikað sera sannførandi í bæði týsku Bundesliguni og í Champions League kappingini.

- Elias Ellefsen á Skipagøtu er eisini ein sonn fyrimynd fyri ungar leikarar í Føroyum, skrivar altjóða hondbóltssambandið.

Les alla kunngerðina hjá IHF her.