Elias: – Eg verði klárur tá teir týdningarmiklu dystirnir byrja

Tað sigur hondbólstspælarin, Elias Ellefsen á Skipagøtu, sum mánadagin var skurðviðgjørdur í knænum.

Elias Ellefsen á Skipagøtu spælir ikki aftur fyribils. (Mynd: EHF)
Helgi Hoydal
27. september 2022 kl. 19:31

Stóra hondbóltsstjørnan spælir ikki hondbólt næstu mánaðirnar, orsakað av einum knæskaða sum er blivin verri gjøgnum summarið. Hetta kappingarárið hevur hann verið so darvaður, at hann næstan ikki hevur verið á vøllinum.

– Eg eri ógvuliga keddur um støðuna soleiðis sum hon er blivin. Eg var noyddur at gera hetta fyri at kunna spæla uttan pínu aftur, sigur Elias Ellefsen á Skipagøtu.

Sambært svenskum miðlum var tað eitt leyst petti av beinagrindini undir eina knænum, sum gjørdi at hondbóltsflogvitið skuldi undir skurð.

Til reiðar til endaspælið

Elias Ellefsen á Skipagøtu sigur við Dimmalætting, at hann hevur fingið góða hjálp frá felagnum, hóast felagið hevur tørv á honum.

– Tað hevði kanska verið møguligt at spælt eitt sindur við hesum skaðanum, men pínan er har allatíð. Vit blivu samd um at gera hetta sum skjótast, sigur hann.

Elias skiftur næsta summar til stórfelagið THW Kiel í Týsklandi. Skurðviðgerðin ger at hann er til reiðar tá hann skiftur. Eftir ætlan er hann birgur at spæla í februar 2023.

– Eg verði væntandi klárur at spæla tá endaspælið í Svøríki nærkast, og til næsta kappingarár, sigur hann.

Missir landsdystir

Føroyska landsliðið skal spæla tveir dystir í EM-undankapping í oktobur, og til teir dystirnar er Elias ikki tøkur.

– Eg hevði glett meg at spæla við landsliðnum, síðan vit spældu á heimavølli ímóti Týsklandi, so tað er øgiliga keðiligt at ikki sleppa við hesa ferð, sigur hann at enda.

Vit gera vart við at journalisturin hevur spælt á landsliðnum saman við persóninum sum verður umrøddur.