Hóast kavi hevur darvað fyrireikingarnar til fyrsta undankappingardystin hjá føroyska A-landsliðnum hjá monnum, so letur hjálparvenjarin væl at.
– Tað hevur sæð gott út til venjingarnar. Vit hava havt nakrar góðar venjingar á Tórsvølli undan fráferðini til Moldova, har intensiteturin hevur verið góður. Spælararnir eru væl fyri kropsliga – eisini teir, sum spæla í føroysku kappingini, hóast kavin hevur darvað føroysku kappingina, sigur Eli Hentze, hjálparvenjari hjá føroyska A-landsliðnum úr telefonini úr Chisinau.
Hann sigur, at allir spælararnir eru klárir. Meinhard Egilsson Olsen hevur verið skurðviðgjørdur í hondini, og hevur tí vant við einum skinnara, men hjálparvenjarin væntar ikki, at tað verður ein trupulleiki til dystin í kvøld.
Eli væntar, at dysturin í kvøld verður javnur.
– Vit vandu á leikvøllinum á middegi í gjár, sum var okkara einasta venjing undan dystinum. Vøllurin er ikki heilt í topp, so vit hava umhugsa, hvussu vit skulu leggja trýst á mótstøðuliðið. Til venjingarnar á Tórsvølli hava vit vant høgt trýst, men fara teir at sparka langt, so mugu vit tillaga okkara spæl eftir tí, sigur hann.
Hann vísir á, at Moldova er farið at spæla meira tekniskt seinastu árini, men at teir kunnu eisini finna upp á at spæla beinleiðis, har langir bóltar verða spældir upp til annan framherjan.
– Velja vit at trýsta høgt beinavegin í dystinum, so kann tað vera, at teir fara at spæla meira beinleiðis, so verður tað ein dystur um annar bóltarnar, sum tað eitur á fótbóltsmáli, greiðir hjálparvenjarin frá.
Eli Hentze ynskir ikki at avdúka, hvørjir byrja inni í dystinum í kvøld – fyriuttan tað, at Mattias H. Lamhauge úr B36 byrjar inni.
– Eftirsum at hvørki Gunnar Nielsen og Teitur Gestsson eru við hesa ferð, so hildu vit, at tað var skilagott, at vit boðaðu Mattiasi frá, at hann fór at standa í málinum í kvøld. Á tann hátt hevur hann havt tíð til at fyrireika seg til uppgávuna í kvøld, sigur Eli Hentze.
Veðrið í Chisinau í hesum døgum hevur verið gott, við sól og bláum himli. Í gjár var hitin um tey 20 stigini, men tá liðini fara á vøllin í kvøld kann væntast stilli og eini átta til tíggju stig.
Dysturin millum Moldova og Føroyar verður leiktur á Zimbru-leikvøllinum í høvuðsstaðnum í Moldova, Chisinau. Dysturin byrjar klokkan 19.45 føroyska tíð, og Kringvarpið vísir dystin.