Elframleiðslan 60% grøn fyrstu fimm mánaðirnar

Eftirspurningurin eftir elorku er øktur 5,14% í mun til sama tíðarskeið í fjør. Tó skarar mai mánaði burturúr við tað, at eftirspurningurin minkaði 1,2% fyri alt landið og 15% í Suðuroy.

Terji Nielsen
13. juni 2024 kl. 21:06

‘Tað er sjálvsagt ilt at siga við vissu, hvør orsøkin er, men eg vænti, at verkfallið og harvið niðursetta virksemið hevði ávirkan á eftirspurningin eftir elorku í mai’, sigur Heri Mortensen, deildarleiðari fyri framleiðsluna hjá Sev, við heimasíðuna hjá SEV.

 

Fyrstu fimm mánaðirnar í ár hevur elframleiðslan verið 60% burðardygg í mun til 56% sama tíðarskeið í fjør. Vit sóu eina øking í úrtøkuni av vatnorku eins væl og vindorku. Vatnorkan gav 8% meira, t.e. 55GWt í mun til 51 GWt í fjør, meðan úrtøkan úr vindorku royndist væl betur í ár enn í fjør.

 

Vindorkuframleiðslan fram til 31. mai í ár gav 60 GWt í mun til góðar 52 GWt somu tíð í fjør, ella 15% meira. Tað er serliga í meginøkinum, at økingin í vindorkuframleiðsluni sæst. Har er økingin 17%, og eru tað battarískipan og synkronkompensatorin, sum gera munin og tryggja, at meira fæst til høldar av vindorkuni í meginøkinum.

 

Tilsamans hava vind- og vatnorka staðið fyri 115 GWt í mun til 102 GWt í fjør. Tað merkir eisini, at framleiðslan úr olju er minkað 4,3%, 80 GWt í mun til góðar 83 Gwt í 2023, svarandi til eina oljusparing á uml. 700 tons.

 

Veðrið hevur verið gott í mai, og hetta sæst í elframleiðsluni. Varandi orkukeldurnar komu upp á 25%, meðan Sundsverkið og Vágsverkið stóðu fyri 75% av orkuframleiðsluni.

 

Hetta er ikki óvanligt fyri mai. Seinastu fimm árini hevur grøni parturin av framleiðsluni ligið millum 21 og 28%, uttan í fjør, tá grøni parturin var heili 50%.

 

Sólorkuframleiðslan í mai í ár var 27,4 MWt, sum svarar til mánaðarnýtsluna hjá uml. 65 húsarhaldum.